Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mourits Sørensen 100 ár

Oliver Joensen

Mourits er á Ellis- og Vistarheiminum í Klaksvík, um Mourits skrivaði Jógvan Ravnsfjall hesar reglur.

Mourits Sørensen
Mourits Sørensen er føddur á Kirkju 2. juni 1908. Foreldrini vóru Sørin Pram Zachariasen úr húsinum har Norð á Kirkju og Sunneva Eliasen úr Keldhúsinum í Hattarvík. Mourits vaks upp á Kirkju saman við systkjunum, sum tilsamans vóru 10 í tali. Tvey doyðu heilt lítil, meðan hini 8 øll hava havt langa ævi. Mourits fór til skips 14 ára gamal við Ternuni, sluppini sum synirnir hjá Havnar-Jógvani í Norðdepli áttu. Skipari henda fyrsta túrin var Sámal Christiansen. Árini eftir var hann eisini til fiskiskap við skipum hjá teimum og seinni við skipum, sum brøðurnir hjá honum, Líggjas og Eliesar førdu. Í 1933 fór Mourits við Carlton við Richard Jacobsen sum skipara, og var hann við skipum, sum Richard førdi, til nakað eftir kríggið, Carlton, Viðoynni og Polarfarinum. Tá ið Richard fór av Viðoynni varð Esmar, bróðir hansara, skipari, og var Mourits við honum í eini 5 ár. Mourist giftist 19. juli í 1942 við Kristionnu Rasmussen av Kirkju, og búsettust tey á Kirkju. Kristianna, fødd í 1912 á Kirkju, var dóttir Pól Rasmussen norði í Stovu, kallaður Pól har Norð á Kirkju og Katrinu Mariu, f. Gullaksen úr Uppistovu í Hattarvík. Tey fingu børnini Katrin, f. 1942, Sunnivu, f. 1945 og Pól, f. 1950. Aftaná at Mourits var farin av Viðoynni, var hann til fiskiskap við ymiskum skipum, og hann endaði skipslívið við Stellu Karinu, flakatrolaranum, tá ið hesin kom heim aftur av túri móti jólum í 1972. Heima millum túrar og eisini aftaná, at hann var uppilagstur, arbeiddi Mourits ymiskt fyrifallandi arbeiði í Fugloy. Av stórum arbeiði var tað nýggja lendingin á Kirkju og seinnu árini fyri ein stóran part vegarbeiði. Tað seinasta lønandi arbeiði hann gjørdi var í 1990, tá hann var við at grava fyri, so samskiftiskáplar kundu leggjast niðan á Klubban. Kristianna doyði í 1987, og Mourits búði einsamallur heima, til hann á heysti í 1998 flutti á Norðoya Ellis- og vistarheim.
Henda síða er gjørd 5 august ár 2000.