Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MP Teknik stuðlar Bláu Bylgjuni

John William Joensen

Áhugafelagið hjá KÍ – Bláa Bylgjan – fingið teldu frá MP-Teknik

Tað gongur so væl hjá Bláu Bylgjuni, sum er áhugafelagið hjá KÍ, at teir eru í holt við at gera eina heimasíðu, soleiðis at allir norðoyingar og føroyingar sum heild, kunnu fylgja við í, hvat Bláa Bylgjan tekst við og hvat annars rørir seg innan føroyska fótbóltsheimin.

Í hesum sambandi hevur Bláa Bylgjan fingið handað eina teldu frá MP- Teknik, sum fegin vil stuðla og annars hjálpa Bláu Bylgjuni eisini at skola framyvir. Við telduni verður dagliga arbeiðið hjá Bláu Bylgjuni munandi lættari.
Bláa Bylgjan takkar MP- Teknik hjartaliga fyri gávuna.