Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mr. Supertramp til Klaksvíkar

(Erik Biskopstø)

Roger Hodgson er maðurin við tí eyðkendu Supertramprøddini og skrivaði eisini tey flestu hittini hjá stórsaljandi Superbólkinum. Løgini hjá Roger Hodgson eru tíðarleysir klassikarar.

Give A Little Bit, Logical Song, Breakfast In America og Its Raining Again.
Eyðkendu poppsangirnir hjá Supertramp gjørdu bólkin til størsta poppbólk í heiminum eitt skifti síðst í 70unum. Útgávan Breakfast In America varð best seljandi útgávan í heiminum í 1979, og útgávan hevur higartil selt 18 milliónir eintøk. Í alt hevur tónleikurin hjá Roger Hodgson selt yvir 50 mill. eintøk.


Eftir at Supertramp í 1983 hevði verið á tiltiknu konsertferðini Famous Last Words Tour, fór Roger Hodgson burtur úr Supertramp, og síðani hevur bólkurin ongantíð verið tað sama.

Roger Hodgson búsetti seg í Kalifornia í USA og halgaði seg til familjulívið og gav nakrar solo útgávur út. Tað er ikki fyrr enn tey seinni árini, at hann veruliga aftur fór at gera stórar konsertferðir runt um í heiminum. Roger spælir víða um og er í sera góðum formi. Tiltikna og høga røddin er enn klár og rein.

Og skildi nakar ivast, so kann Mr Hodgson upplivast LIVE á stóra palli á Summar Festivalinum 2006!