Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

M/S Thorshavn verður matstova á G!

tíðindaskriv

Ímynda tær at vera á tónleikafestivali á eini strond í eini aldargamlari føroyskari bygd. Ímynda tær síðani at vera rógvin í árabáti út á eina vakra slupp, ið liggur fyri akker útfyri, og síðani at fáa borðreitt eina góðmetis matskrá frá nøkrum av bestu kokkum í landinum.


Ímynda tær at vera á tónleikafestivali á eini strond í eini aldargamlari føroyskari bygd. Ímynda tær síðani at vera rógvin í árabáti út á eina vakra slupp, ið liggur fyri akker útfyri, og síðani at fáa borðreitt eina góðmetis matskrá frá nøkrum av bestu kokkum í landinum. Hetta ljóðar sjálvsamt. Men tað er júst hetta, sum verður eitt av nýggju tiltøkunum á G! Festival, sum byrjar í næstu viku. Tá bjóða kokkarnir á Áarstovu umborð á sluppina Thorshavn til borðs. Tú verður rógvin í árabáti av sandinum út á sluppina, har fiskasúpan, Áarstovubógvur og rabarbutrifla standa á matskránni. Afturvið kanst tú velja ímillum vín, bjór, vatn ella sodavatn. Eftir døgurðan er “eftir døgurða barrin” umborð opin. G! Festival byrjar hósdagin 18. juli og heldur fram fríggjadagin 19. og leygardagin 20. juli. Matstovan umborð er opin fríggdagin og leygardagin á G! Umframt M/S Thorshavn eru onnur matstøð og mattiltøk á G!, meiri verður at frætta um hesi næstu dagarnar.

Les meira um G! á www.gfestival.fo