Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

MSF tiltakið eydnaðist væl leygardagin

Oliver Joensen

Maria Isaksen, forkvinna í nevndini hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag sigur, at árliga tiltakið hjá felagnum, sum fór av barkastokki leygardagin var sera væl eydnað

Undirtøkan var góð, nógv fólk komu í oynna hóast trupulleikar vóru við samferðsluni. Vanliga plagar tiltakið hjá okkum at vera fyriskipað annað vikuskiftið í juni, men orsakað av at so nógv tiltøk vóru í ár um tað mundið, so var avrátt at flyta tiltakið og tað vísti seg at vera ein góð avgerð, sigur Maria isaksen at enda, tí inntøkan í ár var umleið 10.000 krónur hægri enn í 2017.

Klossugt samferðsla

Vit onnur, sum skuldu í Kalsoynna og av oynni hendan dagin fingu okkara ætlan gjørda til einkis orsakað av vánaliga samskiftinum.

Um 23 tíðina kvøldið fyri komu boð um, at Sam sigldi ikki rutuna og at Sildberin skuldi sigla í staðin fyri Sam. Á Kalsoynni varð skipað fyri bussi til allar rutur hjá Sam, men nú Sildberin sigldi í staðin fyri Sam kom proppur í. Sildberin tók nevniliga 50 ferðafólk, ímeðan bussurin bert tók 19 ferðandi. Av tí at Sildberin ikki hevði møguleikar at taka bilar við, so bleiv talið á ferðafólkum uttan bil so stórt, at bussurin í Kalsoynni ongan møguleika hevði at nøkta tørvin.

Norðlýsið ætlaði sær yvir um klokkan 14. Orsakað av hurlivasanum, valdu vit at fara norður á ferjuleguna í góðari tíð. Tað vísti seg at loysa seg, tí longu klokkan 13.45 loysti Sildberin, tí tá hevði manningin talt 50 fólk, sum vóru komin umborð. Tá Sildberin so bakkaði frá, stóð ein fremmandur ferðamaður eftir á kaiini, hann var ikki óður, men púra østur, veipaði hann við einum stavi og vísti á úrið, sum vildi hann siga at ferjan fór 15 minuttir áðrenn lýstu tíð.

Men samanumtikið gekk flutningurin tó væl við góðari hjálp frá privatfólkum hinumegin og eisini tað, at Sildberin bert brúkti um 15 minuttir um túrin gjørdi, at bíðitíðin hjá teimum, ið ikki sluppu við túrin tey ætlaðu sær, bleiv ikki so long. Soleiðis var eisini hjá okkum, tá vit ætlaðu aftur til húsa, tá stóðu vit í regni á kaiini á Syðradali og bíðaðu í útivið trý korter, til vit sluppu næsta túrin.

Tað, sum er óskiljandi er, at ongin fráboðan frá Strandferðsluni kom um at fáa ein størri buss í Kalsoynna áðrenn Sam varð tikin úr rutuni fríggjakvøldið. Sum skilst so hevði Askham Bussar tøkar bussar, um teir fingu boð um tað, eisini tí at býarbussarnir í Klaksvík koyra ikki um vikuskiftið, so har hevði borið væl til at skipa betur fyri. – Við ferjuleguna á Stongunum var heldur ongin kunning til ferðafólk.