hvørki eitt haft um beinið, ei heldur nøkur byrða fyri samfelagið – TVØRTURÍMÓTI
Eg havi við stórum áhugað fylt við hesi áhugaverdu verkætlan, sum JFK og Norway Seafood fóru undir fyri nøkrum árum síðani.
Eitt stórt frambrot fyri framleiðslu av svartkjafti til matnað nevniliga til surimi, sum verður brúkt um allan heim sum tilsetningur til alskyns matvøruframleiðslu .
Tá vit tosað um at fáa sum mest burturúr okkara tilfeingið, so er hetta ein røtt leið at ganga fyri at fáa sum mest burturúr svartkjaftatilfeinginum.
Tann dagin kvota verður sett á svartkjaftin- og tað kann verða nær tað skal verða , verða vit noyddir til at hyggja at hvussu vit á allarbesta hátt fáa gagnnýtt hesa rávøru okkara.
At hendan ætlan hevur higartil kostað bæði JFK og Norway Seafood (Røkke) nógvan pening og ikki hevur gingið eftir ætlan av fleiri orsøkum, hevur ikki tikið viljan og trúnna uppá at fáa ætlanina at eydnast frá stigtakarunum.
Viknandi surimimarknaður seinastu árini,- men sum tó nú er á veg upp aftur saman við einum skipið, sum helst ikki er tað rættað til hetta fiskaríið man verða høvuðsorsøkin til, at fíggjarliga ikki hevur hilnast eftir ætlan .
Norway Seafood eigur eisini annað skip sum framleiðir bæði surimi og mjøl, nevniliga tað sum fyrr var nevnt M/FV American Monarch og skuldi hetta skip heldur verið brúkt á hesum leiðum til tann fiskiskap sum Næraberg er á .
Skipið er nógv nýggjari, betri orku og ført fyri at framleiða dupult so nógv sum Næraberg um samdøgrið.
"Monarch´urin" hevði givið hesi verkætlan heilt arðar møguleikar og ivaleyst eisini gjørt hana burðardygga um hann fekk loyvið at komið inn at veitt ístaðin fyri Næraberg, sum neyvan nakrantíð fer at geva ánarunum avkast.
Arbeiðsskapanin av slíkum skipið er ikki at forsmáa – tað hevði verið eini 110 arbeiðspláss umborð ,umframt tænasturnar sum skulu fremjast á landið ,leiðsla, sølufólk, teknikarir, smiðjur,verkfrøðingar, landarar, goymslur, flutningur osfr., osfr.
Tá ført hevur verið framm í bløðunum at Næraberg kostar samfelagnum í minstaforvinningi til manningina uml. 5 milliónir í 2004, so haldi eg at hetta skal haldast upp ímóti øllum teimum fyrimunum og inntøkum, sum skipið skapar í nærumhvørvinum, – og fyri undómin sum er við skipinum ,er hetta byrjanin til lívsins skúla og tað er ikki at fornoktað.
Hyggja vit at hvat skipið leggur eftir seg so er mín metan nakað soleiðis:
Meðal pr. ár Tilsamans 2001-2004
Goldið til landarar pr. ár 4.000.000 – 15.000.000
Hýrir 31.500.000 – 126.000.000
Proviantur umleið 1.500.000 – 6.000.000
Reiðskapur 3.000.000 – 12.000.000
Viðlíkahald/umvælingar 15.000.000 – 60.000.000
Bunkers 15.000.000 – 60.000.000
Havna- og brúgvagjøld 100.000 – 400.000
Vørugjøld 300.000 – 1.200.000
Flutningsgjøld 9.000.000 – 36.000.000
Tilsamans 79.400.000 – 316.000.000
Tað at okkara ungdómur her fær "smakkað" uppá sjólívið – eitt slag av maritimum skúla er gull vert fyri okkara ungdóm.
Eg kann lættliga ímyndað mær at um nógv av hesum ungu monnum og kvinnum ikki høvdu hendan tjansin, so lógu tey kanska undir dýnuni til middags og livdu av lummapeningi frá foreldrum sínum, tí tey høvdu neyvan havt annan møguleika til skips at roynt seg.
Vit eiga at virða og seta prís uppá ,at hetta virksemið er í samfelagið okkara saman við restini av okkara skipaflotað og vit eiga eisini, at geva pláss fyri hesum skipið.
Vónandi eru menn so at sær komnir at teir loyvað reiðarínum at fáa American Monarch inn ístaðin fyri Næraberg, og at hetta skip , tann dagin kvota verður sett á svartkjaftin ,hevur møguleika á líka fótið við hini uppisjóvarskipini at fáa sín part av svartkjaftakvotuni og virka burðardygt.
Hetta er eitt stórt aktiv fyri okkum sum fiskivinnutjóð eins og restin av okkara uppisjóvar og skipaflota annars er tað.
Vágur 17.01.2005
Johan Dahl
løgtingsmaður




