Ítróttarfólk noyðast at “skulka” frá skúla tá tey umboða Føroyar í altjóða kappingum
Ilt er at meta um tann týdning – sum ítróttin hevur fyri eitt samfelag sum tað føroyska – men tað er eingin ivi um at ítróttarbrøgdini í altjóða høpi – hava sett Føroyar á heimskorti – kanska meira enn vinnulig og alment stuðlaði átøk.
Men fyri tey, sum dyrka ítróttina – og umboða Føroyar í altjóðá kappingum – er veruleikin at tey ofta eru noydd at offrað skúla og arbeiði.
Leikarar savna pening saman fyri at umboða Føroyar
Tað er kvinnunum hjá KÍ at takka fyri at føroyskur kvinnufótbóltur er umboðaður í kappingum hjá UEFA.
Stórur munur er á stuðli sum verður latin til mannskappingarnar og kvinnukappingarnar í UEFA- høpi.
Meðan stuðulin, sum meistararnir hjá monnunum fáa – dekkar flestu útreiðslurnar í samband við Evropa Cup – er stuðulin til meistararnar hjá kvinnunum bert dekkandi fyri uppihaldið í landinum har kappast verður.
Ferðaútreiðslur í samband við Evropa Cup – mugu feløg – sum luttaka í kvinnukappingum – sjálvi gjalda og tí hava KÍ-kvinnurnar á hvørjum árið skipað fyri røð av tiltøkum fyri at savan pening saman.
Tað er hetta arbeiði – sum er grundarlagið undir at – føroyingar framhaldandi hava havt umboðan í Evropa Cup og KÍ kvinnurnar eiga allan heiðurin fyri hetta.
Í Føroyum virða skúlar ikki ítróttina
At KÍ eigur ein sera evnaríkan hóp av kvinnum er eyðsýnt. Í fjør vann KÍ allar kvinnudeildirnar, og fremsta kvinnuliði ætlar at seta heimsmet við flestu meistaraheitum.
Men nú KÍ hópurin skuldi av stað til Litava – var ikki møguligt at fáa allar leikararnar við.
M.a royndi leiðslan í KÍ at skriva til miðnámsskúlar har heitt var á skúlaleiðslurnar um at ávísir leikarar kundu fáa loyvi at umboða Føroyar – uttan at hetta ávirkaði fráverðu prosenti.
Men svarið var noktandi.
Skúlaleiðslan gjørdi greitt at eingin avtala var millum ÍSF og Mentanarmálaráði um slíka fráverðu og tí vóru ítróttarfólkini roknaði sum fráverða – skulk.
Fleiri av KÍ leikarunum eru eisini á føroyska landsliðnum – sum eisini luttekur í altjóð kappingum – og hetta kann tí fáa álvarsligar fylgir fyri skúlagongdina – og harvið framtíðina hjá einstøku ítróttafólkunum.
Í øðrum londum verður tað mett sum góð reklama fyri skúlan at hava framstandandi ítróttarfólk og nógv verður gjørt fyri at skúla hava framúr góð ítróttarfólk.
Liðskiparin hjá KÍ-kvinnunum
Malena Josephsen, liðskipari hjá KÍ, sigur at tað at allar ikki eru tøkar til Evropa Cup – er sjálvandi óheppi, men ein veruleiki, sum ein má fyrihalda seg til.
– Tað kom eitt sindur illa við at vit ikki kundu hava allar við okkum av landinum, men ein verður jú noyddur at velja og tað respekter vit.
– At ikki ber til at fáa frí frá skúla gerð at tær sum hava valt at koma við okkum – ganga við eitt sindur ringari samvitsku – tí tær verða trektar í fráverður frá skúlanum.
– Men annars er stemningurin í hópinum sera góður og vit hava tað gott her í Litava.
– Umstøðurnar eru sum nógvastaðni eystanfyri – eitt sindur rokasligt og fátaksligt, men vit trívast sera væl.
– Í gjár taptu vit móti ungarskum liði og í morgin spæla vit móti einum sterkum liði úr Russlandi.
– Russisku gentirnar vunnu 8-0 á Litava – so skullu vit fáa nakað burtur úr tann dystin so mugu vit vera sera væl fyri.
– Vit hava tó betri vónir tá vit skulu leika móti Litavum – og kanska fara vit at yvirraska.
Sum Norðlýsið skilir so er kappingin í ár í sama býi sum kendi Stjørnuleikarin – Simona – er uppvaksin og tað ljóðar at kí kvinnurnar vanta vitjan frá litavisku skilfólkunum hjá Simonu.




