Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Múlavegurin stongdur

John William Joensen

Viðareiðisvegurin er nú opin men er framvegis stongdur fyri tungari ferðslu.

Ernst Vágsgarð, vegaumsjónarmaður hjá Landsverk, sigur at vegurin til Viðareiðis er nú opin fyri ferðslu.
– Vit ætla ikki at steingja vegin aftur sum støðan er nú, men vit hava ikki enn tikið støðu til nær hann verður opin fyri tungari ferðslu, sigur Ernst Vágsgarð.,
– Múlavegurin er stongdur tí har hava verið skriðulop, og enn hava vit ikki havt stundir at rudda tann vegin.
Annars var veðrið í Hvannasundi nógv betur enn í Klaksvík í løtuni.