Hóast prísirnir á sethúsum framvegis halda sær, vóru munandi færri handlar í 3. ársfjórðingi enn í 2. ársfjórðingi av 2008
Sethúsaprísirnir eru, sum myndin omanfyri vísir, ikki falnir frá 2. til 3. ársfjórðing 2008. Hinvegin er talið av handlum minkað munandi. Hetta er høvuðsgongdin í nýggjastu uppgerðini hjá Eik Banka yvir sethúsahandlar í Føroyum.




