Risaflogfør á tremur við laksi og øðrum fiski fara dagliga úr Evropa til Asia og USA. Føroyskur laksur verður í dag flogin, serliga frá bretskum flogvøllum, til keyparar í Asia og USA. Hetta er ein gongd sum kann halda fram at vaksa í nógv ár framyvir. Her á okkara leiðum er lítið av fólki, men nógvur villur fiskur, og møguleikar at ala nógvan laks.
Risaflogfør á tremur við laksi og øðrum fiski fara dagliga úr Evropa til Asia og USA. Føroyskur laksur verður í dag flogin, serliga frá bretskum flogvøllum, til keyparar í Asia og USA. Hetta er ein gongd sum kann halda fram at vaksa í nógv ár framyvir. Her á okkara leiðum er lítið av fólki, men nógvur villur fiskur, og møguleikar at ala nógvan laks.
Føroysku alararnir senda í øktan mun feskan laks til USA og Kina, meðan ES-marknaðurin minkar. Støðan er nakað tann sama hjá norsku fiski- og alivinnuni. Sum størsti framleiðari av laksi í heiminum, og eina søguliga stóra toskakvotu, so hava norðmenn nógvan fisk teir skulu selja av landinum.
Hóast norskur laksur so at siga ikki hevur atgongd til risamarknaðin Kina, so veksur útflutningurin til onnur lond í Asia. Bæði føroyskir og norskir útflytarar av laksi siga at lond sum Indonesia, Vjetnam, Malaisia og India keypa mundandi meir av feskum laksi.
Betri møguleikar
Higartil hevur verið mest tos um at útflyta loftvegis úr Føroyum. Gomlu flogførini vóru ov smá, men við longdari breyt og størri flogførum er møguleikin betri fyri at flyta fisk loftvegis úr Føroyum.
Á høvuðsflogvøllinum hjá Noregi, Gardermoen, norðanfyri Oslo, fara alsamt fleiri feskir laksar á flog út til marknaðir í øðrum londum. Serliga er talan um asiatiska marknaðin.
Tað fara hvørja viku minst níggju full fraktflogfør frá Gardermoen. Meginparturin av fraktini er laksur. Knut Eriksmoen, stjóri hjá flutningsfyritøkuni Schenker í Noregi, sigur í samrøðu við Mtlogistikk at hjá teimum verður meir og meir av fraktini send við flogførum. Og meir av fraktini er fiskur.
– Umframt at vit fylla níggju flogfør um vikuna, hjá Korean Air Cargo, Asiana Cargo og Qatar Airways Cargo, við frakt, so brúka vit eisini nógv ferðafólkaflogfør til at flyta laks út í heim, sigur hann. Flogførini fara antin beinleiðis til marknaðir í Asia og USA, ella so verður fiskurin umskipaður á stóru flogvøllunum í Evropa, áðrenn hann verður sendur víðari út í heim.
Fleiri vilja royna seg
Í 2013 fóru 120.000 tons av laksi við flogfari úr Noregi til USA og Asia. Tað svarar til tíggju prosent av norsku laksaframleiðsluni.
Umframt Korean Air Cargo, Asiana Cargo og Qatar Airways Cargo, so hevur Emirates fyri stuttum boða frá at tey frá september at rokna fara at hava dagliga fráferð millum Gardermoen og Dubai. Og ætlanin er at fylla flogførini, sum taka 320 ferðafólk og 23 tons av frakt, við ferðandi norðmonnum og feskum laksi.




