Løgtingið hevur fund nú klokkan 11, har munnligir fyrispurningar standa á skránni. Nøkur løgtingsfólk hava frammanundan boðað frá fyrispurningum, sum tey fara at seta.
Løgtingið hevur fund nú klokkan 11, har munnligir fyrispurningar standa á skránni. Nøkur løgtingsfólk hava frammanundan boðað frá fyrispurningum, sum tey fara at seta.
—
Bill Justinussen spyr løgmann um ábyrgdarbýtið millum danskar og føroyskar myndugleikar.
Hann spyrja, hvørjar mannagongdir løgmaður og landsstýrisfólk hava at ganga eftir, tá ósemja er um ábyrgdarbýtið millum danskar og føroyskar myndugleikar. Hann spyr eisini um løgmaður góðtekur, at eitt uppskot um Váðaráð verður skundað ígjøgnum Løgtingið, áðrenn semja er funnin um ábyrgdarbýtið, og eisini spyr hann, hvørjar avleiðingar tað fær fyri samstarvið millum føroyskar og danskar myndugleikar, um lóggivið verður í stríð við semju um ábyrgdarbýtið?
—
Kári P. Højgaard spyr Høgna Hoydal um havrannsóknarskipið.
Hann spyr hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur at fáa gjørt samanlíkningar av veiðiorkuni hjá Magnusi Heinasyni við orkuna hjá øðrum trolara, meðan Magnus enn er í drift. Eisini vísir hann á, at eitt stórt útboð er av nærum nýggjum veitingarskipum eru løgd, og spyr hann, um landsstýrismaðurin hevur hugsað møguleikan at keypa eitt nútímans veitingarskip til havransóknir, um hóskandi skip kann fáast fyri bíligan pening.
—
Jørgen Niclasen spyr Høgna Hoydal um stongdar leiðir á Føroyagrunninum.
Hann spyr um landsstýrismaðurin kann greiða frá, hvørja nyttu tað hevur gjørt, at størsti parturin av Føroyagrunninum hevur verið stongdur í áratíggju. Hann spyr eisini um landsstýrismaðurin ætlar at skipa vinnuliga royndarveiðu á stongdu økjunum, fyri at síggja úrslitið av veiðibanni? Harafturat spyr Jørgen Niclasen, um landsstýrismaðurin ætlar at lata stongdar leiðir upp í sambandi við at partrolarar fáa krav um at hava rist í trolinum.
—
Bárður Nielsen spyr Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um maktmisnýtslu.
Hann spyr, hví landsstýriskvinnan hevur afturhildið týðandi upplýsingar fyri fíggjarnevnd Løgtingsins, og harvið Løgtinginum, í sambandi við at hon hvørki hevur kunnað um ella sent eitt bræv frá Erhvervs- og vækstministaranum við týðandi upplýsingunum víðari til fíggjarnevndina. Hann spyr eisini nær landsstýriskvinnan hevur móttikið nevnda bræv, ið er dagfest 23. september 2016? Harafturat spyr hann um landsstýriskvinan hevur heitt á samgongulimirnar í fíggjarnevndini um at fáa álitið í málinum um landsbankan og eitt váðaráð lagt fram, uttan at hava kunnað fíggjarnevndina um brævið við týðandi upplýsingum?
—
Jørgen Niclasen spyr Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um kappingartreytir í Vága floghavn.
Hann spyr um landsstýrismaðurin er vitandi um, at Vága Floghavn herfyri beyð privatum fyritøkum og almennum stovnum til fundar, har tey vórðu leidd til umboð fyri SAS, fyri at SAS kundi fáa samband við stórkundarnar hjá Atlantic Airways? Jørgen Niclasen spyr eisini um landsstýrismaðurin heldur, at almenna partafelagið, Vága Floghavn, við hesum bar seg rætt at. At enda spyr hann, um landsstýrismaðurin kann vátta, at SAS ikki hevur fingið nakrar sersømdir fram um Atlantic Airways viðvíkjandi prísum á gjøldum o.ø.
—
Jørgen Niclasen spyr Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, um serloyvi til SAS og europeiska loftferðslupakkan.
Jørgen Niclasen spyr um landsstýrismaðurin hevur brúkt møguleikan at tryggja føroyskum flogfeløgum rættin at flúgva í ES, nú eitt ES-flogfelag (SAS) vil flúgva til Føroya? Hann spyr eisini um landsstýrismaðurin hevur fingið spurningin til ummælis, um at veita SAS rættindi at flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn, og hevur hann viðmælt ella frámælt hesum? Eisini spyr hann um landsstýrismaðurin hevur fingið prísir og ferðaætlan hjá SAS til ummælis, og hvat hann í sofall hevur svarað? Nær hevur landsstýrismaðurin fingið hesi mál til umrøðu, og nær hevur hann svarað? Eisini minnir Jørgen Niclasen á, at landsstýrismaðurin fyrisitur 100% av partapeninginum í Atlantsflogi. ”Hevur landsstýrismaðurin tikið nøkur stig til at fyrireika og betra um umstøðurnar hjá føroyska flogfelagnum, so tað kann standa seg í kappingini við til dømis statsstuðlaða SAS?” spyr hann.
—
Jørgen Niclasen spyr Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum, um ætlanina at lata Búsaðir skuldarbinda landskassan.
Hann spyr um landsstýriskvinnan ætlar at geva Bústøðum loyvi til at skuldarbinda landskassan, ella um hon heldur vil biðja Bústaðir um at selja verandi sethúsalán ella bygningar, fyri at tryggja grunninum likviditet.
—
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11.




