Tveir munnligir fyrispurningar til tingfundin mikudagin 24. januar 2007
Munnligur fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum:
1) Nú, táið eitt kollektivt landsstýrið hevur samtykt, at landsstýrismenninir hvør einsæris kunna koma niðan í tingið við einum ella tveimum lógaruppskotum hvør, tað ið eftir er av hesum valskeiðnum, sambært Sosialinum og løgmanni, tí at tað hevur gingist so ovurhonds gott hesi árini hann hevur sitið, kann landsstýrismaðurin, ið fyri kortum boðaði frá í Vinnuvitan, at landið flýtir í hunangi, tá greiða tinginum frá, um landsstýrið samstundis hevur sett eitt hægstamark fyri, hvussu stórar samlaðu meirútreiðslurnar kunna vera orsakað av hesum møguligu lógaruppskotum og hevur landsstýrið yvirhøvur politiskan og fíggjarligan dekning í samgonguni (í tinginum) fyri hesi ætlan?
Munnligur fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum:
2) Sambært lógaruppskotum, ið landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sent til hoyringar, skilst, at danska hermegin og tess prestar og danskt mál skula hava serligar heimildar, sersømdir, ella rættari rættindi ájavnt við føroysk áhugamál í lógarkarminum, sum skal vera galdandi fyri føroysku fólkakirkjuna, eftir at hon er yvirtikin, væntandi á Ólavsvøku í ár. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hvør orsøkin er til hesar ásetingar, stendur hann sjálvur aftanfyri lógartekstin og viðmerkingarnar ella eru heimildirnar komnar inn í uppskotið eftir kravið frá myndugleikunum sum nú sita við lógarvaldinum á økinum?
Munnligur fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrsmann í mentamálum:
3) Nær verður málsligur ráðgevi settur í Kringvarpi Føroya, soleiðis sum fyriskrivað er í nýggju kringvarpslógini?
Munnligur fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum:
4) Nógv hóvasták og at kalla øll umsitingarorka landsins hevur verið nýtt til eina visiónsætlan, hvørs mál ætlandi skula vera rokkin í árinum 2015. Strategibólkurin fyri infrakervið hevur barslað sítt uppskot, og fremsta mál teirra fyri 2015 er, sambært visiónsheimasíðuni, at ferðatíðin til Havnar skal í mesta lagi vera 1 – ein – tími, har landfast er. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hvaðar tað er longri enn 1 tími, at ferðast til Havnar í landfasta økinum, sum nú er, í 2007, og hvussu skal hesin tímin skiljast? Hetta er í hvussu er høvuðsniðurstøðan hjá bólkinum, er yvirhøvur neyðugt hjá vaksnum fólki, at brúka so stóran kapasitet og so nógva fundarorku, bara fyri at koma við tilmælum, sum eftir øllum at døma eru rokkin fyri fleiri árum síðani?
tórbjørn jacobsen, tingmaður




