Hesin fyrispurningur snýr seg um lyfti sum útinnandi valdið gevur undirliggjandi stovnum. Í hesum føri Kringvarpi Føroya.
Viðmerkingar:
Tá landsins fremstu geva borgarum lyfti um betringar innan teirra virkisøki, er tað umráðandi, at lyftini byggja á eina veruliga ætlan. At hetta ikki bara er ein persónlig áskoðan, um ein gang, men at landsstýrismaðurin/kvinnan veit, at áskoðanin sum verður varpað fær innivist við viðgerðarborið hjá valdinum samlað.
Í farnu viku varð nakað gjørt burturúr týdninginum hjá almennu loftmiðlunum sum grundarsteinar undir fólkaræðinum. Tá vórðu vit eisini mint á, at landsstýriskvinnan í vár hevði givið loftmiðlunum lyfti um, at tey kundu vænta sær fleiri pengar at arbeiða við, tí arbeitt var við eini ætlan at leggja kringvarpsgjaldið um til eitt ALS-líknandi gjald, -har goldið verður í mun til inntøkuna. Eisini kom fram, at hon hevði givið lyfti um ein public-service sáttmála, sum skuldi verða lagt fyri Løgtingið. – tá í næstum.
Hetta fekk meg at hugsa um tað 5 ára gamla lyfti sum fyrra ABC samgongan gav almennu loftmiðlunum báðum um nýggjan bygning, tá hesir báðir vóru lagdir saman til eina umsiting.
Samanumtikið hevur grundarsteinurin undir fólkaræði okkara fingið fleiri gylt lyfti, sum væl hugsandi hava eina breiða politiska undirtøku í løgtinginum. Hóast hetta síggja vit onki tekin um nakra veruliga ætlan hesum lyftum viðvíkjandi.
At biðja eftir betringum, sum ongan botn hava, vilja við tiðini virka niðurbrótandi fyri tann stovna lyfti rakar. TÍ má útinnandi valdið kunna siga við vissu um tað veruliga arbeiðir við fylgjandi ætlanum. Um ikki, lat tey so vita tað, so tey vita, hvat tey kunnu fyrihalda seg til:
Og spurningarnir eru soljóðandi:.
1. hvat liggur í lyftinum, sum landsstýriskvinnan hevur givið loftmiðlunum um ein public-service sáttmála?
2. hvat liggur í lyftinum sum landsstýriskvinnun hevur givið loftmiðlunum um fleiri pengar at arbeiða við?
3. hvat liggur aftanfyri lyftið frá ABC samgonguni um at geva samanløgdu vørpunum báðum, kringvarpinum, éin nýggjan bygning?
4. hvørji av hesum trimum og nær hevur landsstýriskvinnan viðgjørt hesi evni á einum formligum ella óformligum landsstýrisfundi?
Annita á Fríðriksmørk




