Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Munnligur fyrispurningur frá Kára P. Højgaard: Viðvíkjandi kommunala el-felagsskapinum SEV

Norðlýsið

Kári P. Højgaard spyr Bjarna Djurholm, m.a. um landsmyndugleikin ætlar at keypa ognirnar hjá SEV

Nýggj el-veitingarlóggáva skal setast í verk, og í hesum sambandi fær landstýrismaðurin rættuliga víðar heimildir. Eftir hesi lóg, skulu aðrir orkuveitarar hava betri møguleikar at koma inn á netið hjá SEV, og tí stendst ógreiða um veitingarskyldu og ábyrgd mótvegis brúkarum og politiska myndugleikanum.

Higartil hevur SEV røkt sínar skyldur fyrimyndarliga, og kann ætlaða fráboðaða broytingin, har landstýrismaðurin fær so stórt vald, taka grundarlagið undan hesum felags- kommunala átakinum. Tað kann verða til óbótaligan skaða, fyri framtíðar orkuútbygging í Føroyum.

Tað hevur verið ein greið politisk ætlan, at einskilja og sundurskilja almenna og privata virksemi. Ábyrgd og avgerðarrættur eiga at ganga hond í hond, tí má samstundis støða takast til, um landið skal keypa og yvirtaka SEV-ognirnar frá kommununum til dagsprís, og harvið átaka sær veitingarskylduna.

Tí hesar spurningar:

1.    Hevur landsmyndugleikin ætlanir um at keypa ognirnar hjá SEV, og samstundis yvirtaka ábyrgdina av el-veiting í Føroyum?

2.    Kann ætlaða broytingin, ið landstýrismaðurin hevur skotið upp, ikki fatast sum ein ognartøka?

3.    Um kommunurnar semjast um, at bjóða sín ognarlut í SEV út til fría sølu, hvat sigur landstýrismaðurin til hendan spurning.

4.    Er nøkur trygd fyri, at elprísirnir við ætlaðu broytingunum verða lægri?


Á Løgtingi 12. februar 2007

Kári P.Højgaard