Tórbjørn Jacobsen spyr landsstýrismannin, Bjarna Djurholm, um vegaføringina ígjøgnum Leirvíkar bygd.
Viðvíkjandi vegaføringini ígjøgnum Leirvíkar bygd
Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakað við omanfyrinevnda mál, síðani hann fekk niðanfyri umrøddu kæru, ella ætlar hann at fyritaka sær nakað hesum viðvíkjandi?
Viðmerkingar
Leirvíkar bygdarráð hevur á fundi 26. oktober 2006 einmælt samtykt at krevja íbinding í Víkarvegin sunnan fyri bygdina so nær tunnilsmunnanum, sum ferðslukarmarnir loyva. Leirvíkar kommuna hevur áður boðað frá øðrum ynskiligum broytingum viðvíkjandi komandi vegaføringini ígjøgnum Leirvíkar bygd.
Skriv varð sent Landsverki, og svarað er aftur, at Landsverk ikki góðtekur m.a. íbindingina sunnan fyri bygdina. Í brævi, dagfest 13. november 2006, hevur bygdarráðið kært avgerðina hjá Landverki fyri Vinnumálaráðnum, har tað samstundis verður heitt á myndugleikarnar um at ganga krøvunum frá Leirvíkar bygdarráði á møti.
Á Løgtingi, tann 21. november 2006
Tórbjørn Jacobsen




