Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Munnligur fyrispurningur frá Tórbjørn Jacobsen til Bjørn Kalsø: Hví er eingin kanning gjørd

(Norðlýsið – Tíðindi)

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann

Viðvíkjandi § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap

Nú landsstýrismálanevndin metir, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skúgvað til viks sína skyldur sambært grein 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap, kann landsstýrismaðurin greiða frá orsøkini til, at eingin kunngerð er gjørd og lýst samsvarandi § 7, stk. 6 í lógini soleiðis, sum hon varð einmælt samtykt í Løgtinginum tann 26. apríl 2000?

Á Løgtingi, tann 21. november 2006


Tórbjørn Jacobsen