Tað hevur volt stóra ónøgd millum smærru útróðrarbátarnar, at tað skal verða loyvt stórum útróðrarførum og skipum við egningarmaskinu, at royna við línu inni á firðum og víkum og at teir hava loyvi at seta heilt í klettin.
Hetta ávirkar fiskiskapin hjá smærru útróðrarbátunum almikið, tí vandin fyri at missa reiðskap er stórur, um roynt verður við 3-4 mm línu millum bátar, ið brúka tjúkka línu og tungan reiðskap.
Smærru bátarnir verða somuleiðis í nógv størri mun ávirkaðir av veðri og streymi. Tí má tað verða eitt rímuligt krav, at landstýrismaðurin, ið kennir til trupuleikan, greiðir frá, hvat hann ætlar sær at gera fyri at loysa hendan trupuleikan. Ein møguleiki sum allir partar kundu livað við var t.d. at ásett.
Ikki er loyvt bátum omanfyri 20 tons á línuveiðu at seta línu nærri landi enn 2 3 fjórðingar.
1. Hvat fer landstýrismaðurin at gera ?
2. Nær kann roknast við eini loysn ?
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður




