Samferðslan um oyggjarnar er av avgerandi týdningi fyri menningina av vinnulívinum og búsetingarmynstrið úti um landið.
Beinanvegin sum Smyril kom, skeyt Tjóðveldisflokkurin upp at økja túratalið upp í tríggjar túrar um dagin, og hevur hann eisini skotið upp hægri játtanir til Strandfarskip Landsins, so at siglast kundi kostnaðarleyst, ella í øðrum lagi fyri helvtina av verandi kostnaði.
Hóast henda greiða vilja frá stórsta flokki í andstøðu, so hevur samgongan, og serliga landsstýrismaðurin, ligið á møguleikunum fyri at veita Suðuroynni bara líkinda javnbjóðis samferðslumøguleikar, so sum vit síggja teir í landfasta partinum av landinum.
Menningin í Vágum er økt munandi, síðani vit gjørdu undirsjóvartunnilin vestur hagar, og sama gongdin vísir seg norðuryvir, síðani vit gjørdu tann undirsjóvartunnilin norður tann vegin.
Ætlanir okkara suðuryvir vóru tær somu. Vit fóru undir ein nýgjan Smyril, sum var goldin, tá ið hann kom, og sum hevði orku til fýra túrar um dagin.
Tíverri hevur landsstýrismaðurin nú á hálvumøðrum ári ligið á møguleikunum fyri at lati Smyril sigla so mikið ein einasta túrin meira um dagin.
Heldur ikki hevur hann fyri sýns sakir verið við í kappingini við alment riknu undirsjóvartunlarnar um kostnaðarleysar dagar.
Skal verulig nytta spyrjast burturúr øktum túratali í 2007, skuldi hetta verið lýst árið frammanundan. Landsstýrismaðurin er tí í veruleikanum longu eitt ár afturút, um hann ætlar sær at gera nakað sum helst á økinum hetta summarið.
Fólkatalið í landføstu økjunum er støðugt vaksandi, meðan tað í Suðuroynni er støðugt fallandi, og eru vit nú komin niður um 5.000 fólk, sum er lægsta talið í nýggjari tíð.
Privatu partafeløgini, sum samgongan nú rekur úr landskassanum, hava lýst við og sett í verk eini røð av kostnaðarleysum túrum á 24 tímar undir Lorvíksfirði og Vestmannasundi í 2007.
Hesir túrar hava verið longu fleiri ferðir, og spurdur á tingi hevur landsstýrismaðurin svarað, at hann arbeiðir við málinum.
Spurdur á tingi, hvørji framstig hann kann veita Suðuroyarleiðini, svarar sami landsstýrismaður, sum fekk eina spildurnýggja útgoldna ferju fyri 1½ ári síðan, latna upp í hendi at umsita, at hann arbeiðir við málinum. Men har hendir tíverri heldur einki.
Á summmarmála 2007 kunnu vit nú staðfesta, at nýggja ferjan Smyril, sum kom á heysti 2005, als eingi framstig hevur veitt Suðuroynni.
Tá so er, gerst tað enn eina ferð neyðugt at sóknast eftir, um landsstýrismaðurin í heila tikið hevur nakran politikk á økinum.
Hergeir Nielsen




