Viðvíkjandi heimild at undirskriva sonevnda break-fee-avtalu við privat felag
Viðvíkjandi heimild at undirskriva sonevnda break-fee-avtalu við privat felag
1. Vísandi til frágreiðing frá løgfrøðisliga ráðgevanum á Løgmansskrivstovuni var so heimild at gera avtalu millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners um sonevnt_break-fee, um landsstýrið ikki fær goldið peningin aftur frá loyvishavara?
2. Var løgmaður vitandi um og til staðar, tá avtalað varð gjørd millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda sonevnt break-fee_á eina millión krónur til privata felagið, um ikki ein endalig avtala varð gjørd við felagið innan ávísa freist?
3. Hví er peningurin ikki goldin privata felagnum sambært break-fee-avtaluni?
Á Løgtingi, 8. oktober 2013
Høgni Hoydal




