Fríggjadagin 6. mai eru 45 ár liðin, síðani Petur Mohr í Fuglafirði fyri fyrstu ferð lat dyrnar upp á nýggju matstovuni Muntra.
Muntra hevur øll árini síðani tá hildið til í ovastu hædd í bygninginum, sum Føroya Banki átti í Fuglafirði, og seinastu skjótt 32 árini hevur Poul Rustin rikið matstovuna.
Hóast Muntra er ein kend matstova, so ger Poul lítið við at marknaðarføra sítt virksemi.
“Nei tað er bara “munn til munn metodan” sum verður brúkt,” sigur hann.
“Tað er ikki neyðugt at brúka pengar til lýsingar, tá fólk koma av sær sjálvum, og heimasíðu tími eg slettis ikki at fáast við. – Eg brúki bara facebook,” sigur Poul Rustin.
Spurdur hvaðani navnið Muntra stavar sigur hann, at tað er staðarnavnið har matstovan er.
“Her var nógv virksemi fyrr, og uttanfyri gamla handilin, sum enn stendur niðanfyri vegin, stóðu menn ofta og prátaðu um kvøldarnar. Teir kallaðu staðið “Hjørnið” ella “Muntra hjørnið”, og tað er blivið til Muntra,” sigur hann.
Fríggjadagin hevur Muntra opið hús frá klokkan 14 til 18, har fólk ið støkka inná gólvið kunnu fáa kaffi, kakur, fiskasuppu og annað.




