Hóast fólkaskúlin er ókeypis og verður rindaður yvir skattin – so er gjaldið og tænastan fyri ansingarpláss sera ymiskt alt eftir hvar barn tít gongur.
Í Klaksvík er bíðilisti til ansingar pláss og tí kann ein ikki siga at valið av dagstovnið er frítt.
Tá pláss er tøkt taka foreldur av – men tænastan og gjaldið sum stovnarnir bjóða er sera ymiskt.
Fleiri av stovnunum í Klaksvík eru sjálvsognar stovnar og ráða tí hvør fyri sínum egnu viðurskiftum.
Eisini er ymskt hvørja tænastu stovnarnir veita og munurin millum bíligasta dagstovnin og tann dýrasta eru 350 krónur um mánaðan.
Í Tórshavn eru flestu stovnarnir undir Kommununi og tí er galdið fastsett av kommununi at vera líka.
Barnagarðspláss
Dagstovnarnir í Klaksvík eru sjálvsognarstovnar og hava tí ymiskar prísir.
Klaksvík
Blákollan
1.650,- kr um mánaðan = 19.800 krónur í 12 mánaðar
Dr. Margretha Barnagarðurin
1.650,- kr um mánaðan = 19.800 krónur í 12 mánaðar
Mylnuhúsið
1.750,- kr um mánaðan = 21.000 krónur í 12 mánaðar
Fjallafípan
1.400,- kr um mánaðan = 16.800 krónur í 12 mánaðar
Tórshavn
Eini 80% av børnunum í Tórshavnar Komunu eru á dagstovni sum eru beinleiðis undir Kommununi.
Foreldur gjalda bert fyri 11 mánaðar um árið
Barnagarðspláss
1.630,- kr um mánaðin = 17.930 krónur um árið
Meira kann lesast um ymisku prísirnar á dagstovnum og tilboðum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.




