Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Munur ímillum sundamenn og havnamenn

John William Joensen

Herfyri skrivaði høvuðsstaðarpressan um at manningin á Jarnbardi hevði bjarga einum smálambi. Í nátt kom Sundabáturin aftur frá venjing við eini brugdu upp á sleip

Frá heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, www.krf.fo

Róðursmaðurin á Sundabátinum, Martin Simonsen, greiðir soleiðis frá: “Vit mundu hava róð einar 20 minuttir, tá ið vit varnaðust eina brugdu tætt uppat bátinum. Hon svam rundan um Sundabátin, og tóktist at hava hug at amast upp at bátinum. Vit hildu bestu loysnina vera, at fáa hjálp frá landi, og ringdu tí eftir einum skutli og einari byrsu.”

Toftumaðurin, Livar Nysted, sigur víðari: “Tá ið vit høvdu avlívað beistið, settust vit aftur við árarnar. Vit vóru á einum máli um, at hetta var nokk venjing fyri í kvøld, og at best var at rógva aftur í neystið. Men brugduna skuldu vit hava við okkum. Ikki var hugsningur um at fáa hana innanborða, so einki annað var í at velja, enn at taka hana uppá sleip. Inneftir gekk tó ikki so skjótt sum vit væntaðu, og endin var, at vit allarhelst fingu væl meira venjing, enn vit høvdu ásett frammanundan”, endar Livar við einum skeivum smíli.

Komnir at landi, varð brugdan heysað uppá keiina, har nógv fólk var samankomið fyri at síggja henda sjáldsama fong. Í øllum førum, tá ið fongurin er fingin við kappróðrarbáti. Hon mundi mála knappar fýra metrar. Onkur av Sundabátinum helt skemtandi fyri, at hetta nokk var stórsta móttøka teir høvdu fingið í ár.

At enda fara vit at koma við eini áheitan til mennirnar á Jarnbardi, um at goyma Havreka væl. Tí Sundamenn hava fingið blóð uppá tonna!!?