Á løgtingsfundinum í gjár setti Annika Olsen, løgtingskvinna, ein ófráboðaðan fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um Heilsutrygd. Annika Olsen vildi hava at vita, hví fólkapensjonistar og fyritíðarpensjonistar ikki verða líkastillaðir viðvíkjandi tilskoti til heilivág.

“Soleiðis sum Apotekið tulkar reglurnar, so fáa fyritíðarpensjonistar ikki sama tilskotið, sum fólkapensjonistar fáa,” segði hon.
Sirið Stenberg segði, at hon er gjørd varug við, at samsvar er ikki í lóggávuni, og hon hevur tí sett fólk at hyggja at hesum.
“Í onkrari grein verða øll koyrd í ein bólk, og í onkrari aðrari verður munur gjørdur á fólkapensjónistum og fyritíðarpensjonistum,” segði hon.
Sirið Stenberg segði, at mett verður, at tað kostar 1 ½ mió. krónur at javnseta partarnar, so tað krevur fígging.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, segði, at talan má vera um ein feil frá tí at lógin varð gjørt, men hann skilti ikki, hví landsstýriskvinnan má seta eina nevnd, fyri at fáa henda feilin rættaðan.
“Játtanin hækkar næsta ár við 7 mió., uttan at tað nýtist at fara í nakra nevnd,” segði hann.
Sirið Stenberg segði, at hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki, og talan er heldur ikki um at seta nakra nevnd.
“Eg havi bara fingið nøkur tøl frá nøkrum embætisfólkum, og tað er løgtingið sum má játta fígging,” segði hon. Hon segði eisini, at hon tekur fult undir við at javnstilla partarnar.