Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Musikkstevnan 2014 á Eiði

Tíðindaskriv

Árliga musikkstevnan verður Fríggjadag Dýri biðidag og Leygardag 16 og 17 mai í Ítróttarhøllini á Eiði. Tað er Eiðis ljómfelag sum ár skipar fyri stevnuni, sum er 48. árið á rað har orkestur úr øllum landinum luttaka.

Árliga musikkstevnan verður Fríggjadag Dýri biðidag og Leygardag 16 og 17 mai í Ítróttarhøllini á Eiði. Tað er Eiðis ljómfelag sum ár skipar fyri stevnuni, sum er 48. árið á rað har orkestur úr øllum landinum luttaka.

Fríggjadagin byrjar stevnan kl. 13 við Skúlaorkestrum sum er 11 í talið. Áherðsla verður lagdur á hugna tí verður dagurin skipaður við Kafé borðum, køkum og kaffi og livandi tónleikið, har tey ungu sum spæla við orkestrinum vísa síni kynstur.

Leygardagin kl. 14 spæla tey tilkommnu orkestrini sum er 8 í talið. Musikkstevnan plagar at verða hæddarpunktið hjá orkestrinum har tey leggja alla orku at spæla so væl sum møguligt.Í ár er temaði føroyskur tónleikur nýtt og gott gamalt.

Ein av okkara fjølbroytti tónskaldum Heðin Ziska hevur gjørt eitt nýtt verk til listaskúlan Norðljómur sum eitur Norðljómur.Kári Bæk hevur úts. Guðbrandskvæði fyri trummum og blásarum soleiðis sum tað vanliga verður kvøði á Eiði. Atli K. Petersen hevur ltr. Eiðissangin hjá Hans E. Í Brekkunum sum hann kallar Óli Egilstrøð ið hevur skriva tekstin. Onnur løg eru s.s “Gakk tú tryggur” sum K. Jones hevur skipa. Olaf Ellingsgaard sum hevur sínar røtur á Eiði hevur gjørt eina útseting “Tíðin, legg tínar veingjir” hjá Hanus G. Johansen.

Øll orkestrini spæla uml. 15 min. hvør sær síðan spæla orkestrini 3 felagsløg.

Tey frá Eiðis ljómfelag rokna við nógvum áhoyrarum til nakrar fjølbroyttar dagar har føroyskur tónleikur og hugnið verður settur á skrá. Ítróttarhøllin á Eiði rúmar nógvum fólkum so tey rokna við at her rúmast øll.