Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Muslimskar gentur í Keypmannahavn sleppa at svimja – men tað setur krøv

Helgi Abrahamsen

Er talan um sameining av fólkasløgum ella er tað heldur tað øvugta?

Meiningarnar eru nógvar, nú fleiri hundrað gentur hjá tilflytarum í Keypmannahavn eru byrjaðar at svimja hjá einum svimjifelag í Tingbjerg. Genturnar kunnu vera í svimjiklæðum, tí eingi mannfólk eru í svimjihøllini og sett er eisini uppfyri vindeyguni.

Sambært stigtakarunum er tiltakið væleydnað, tí 246 gentur í aldrinum 5 – 12 ár hava lært at svimjað síðani tiltakið byrjaði.

Mentanar- og frítíðarborgarstjórin í Keypmannahavn, Carl Christian Ebbesen, úr Danska Fólkaflokkinum, er samdur í tí, at tað er gott fyri genturnar at fáa motión. Men tað má ikki ganga útyvir javnstøðu, frísinni og onnur donsk virði.

“Tað er púra burturvið at eftirlíka slíkum krøvum. Okkum manglar svimjihallir og tí kunnu vit ikki steingja tær av við at heingja svartar gardinur fyri vindeyguni og siga “bara fyri gentur”, fyri at eftirlíka nøkrum religiøsum fanatiskum ynskjum,” sigur hann blaðið Berlingske Tidende.

“Vit skulu greiða hesum foreldrunum frá, at her kunnu tey ikki fáa síni serynski eftirlíkað. Tey skulu senda genturnar til ítrótt og onnur tiltøk, líka sum allir aðrir danir gera. Hvørja ferð vit eftirlíka hesum krøvunum, bróta vit niður hetta samfelagið, sum vit annars hava strítt við at byggja upp,” sigur hann.