Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MVG dagur er aftur fríggjadagin

TAKS

Fríggjadagin er aftur MVG dagur. Tað merkir, at virkir skulu lata sína MVG uppgerð fyri fyrsta ársfjórðing inn í seinasta lagifríggjadagin 10. mai 2013.

Fríggjadagin er aftur MVG dagur. Tað merkir, at virkir skulu lata sína MVG uppgerð fyri fyrsta ársfjórðing inn í seinasta lagifríggjadagin 10. mai 2013.

Vit hava úr at gera, nú freistin nærkast. Mest vanligu fyrispurningarnir snúgva seg um, at tey hava gloymt loyniorðið, loynitalið ella undirskriftarmerkið, sigur Diana Gilstón, leiðari á Kundatænastuni hjá TAKS.

Tað eru fleiri og fleiri vinnukundar, sum nýta Vinnugluggan at avgreiða sína MVG uppgerð. Vinnugluggin er ein elektronisk skipan, har vinnukundin í stóran mun sjálvur avgreiðir síni viðurskifti við TAKS.

Síðan tann 1. januar 2013 hava vinnukundar hjá TAKS, sum ikki nýta hentleikarnar í Vinnuglugganum, rindað ómaksgjøld. Samstundis hevur tað verið ókeypis hjá vinnukundum, ið brúka Vinnugluggan, at avgreiða toll og MVG. Eftir 1. januar 2013 hevur tað kostað vinnukundanum 50 krónur, um TAKS skal skráseta MVG uppgerð fyri kundan.

Umsóknarblað til Vinnugluggan finnur tú her (http://www.taks.fo/01152/01238/)