Grannskoðanarvirkið NUMO skipar fyri MVG skeiði í Havn og í Klaksvík.
Skeiðini verða í Kaffihúsinum í Havn tann 17. november 2016 kl. 9:00 til 12:00, og í Íverksetarhúsinum í Klaksvík tann 24. november 2016 kl. 9:00 til 12:00. Kaffi og smákøkur verða at fáa í steðginum.
Evni
1. Mvg-lógin og praksis
2. Krøv til roknskapargrundarlagið
Málbólkur
Skeiðið er serliga ætlað bókhaldarum og annars øllum, sum ynskja at fáa eina grundleggjandi gjøgnumgongd av reglunum, ella bert at fáa sína vitan frískaða upp.
Hvat fært tú vitan um ?
· Hvør skal rinda avgjald?
· Hvat er avgjaldsskyldugt og hvat er undantikið?
· Tænastur úr útlondum
· Sjálvboðin skráseting – leiga av fastari ogn
· Blandað nýtsla og virksemi
· Javningarskylda
· Tap av skuldarum
· Minstukrøv til bókhald
· Dømir frá arbeiðsdegnum
· Etc.
Tilfar
Aftaná ber til at fáa eitt yvirlit yvir høvuðsmálini, sum eru viðgjørd í framløguni.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til jpe@numo.fo ella numo@numo.fo
Kostnaður fyri skeiðið er 1.250 kr. íroknað mvg, sum kann flytast á kontu 9181-373.040.0.
Vinarliga flytið luttøkukostnaðin áðrenn 10. november 2017, so vit vita hvussu nógv koma.




