Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mylnuhúsið – Børnini elska KÍ

Hannefíða Joensen

Í dag var áhugaverdur dagur hjá børnunum í Mylnuhúsinum. Tey smáu í vøggustovu og til tey størru í útibarnagarðinum savnaðust í dag á Djúpumýru, sum liður ið menningararbeiði, ið er gjørt á teim ymsu stovununum undir Mylnuhúsinum. Talan er um børn úr aldrinum eitt ár og til og við seks ár.

Maja Højsted, stjóri á Mylnuhúsinum sigur, at áhugin hjá børnunum er sera stórur í hesum tíðum fyri KÍ. Tey syngja KÍ sangir rópa “Koyr á KÍ”, tey stóru spæla bólt og blátt er yndisliturin hjá mongum.

Vit hava tí valt at loyva børnunum at gera nakað við hetta og hava arbeitt fram til dagin í dag, har tey kundu spæla á plenuni og ikki minst at tey kundu hitta KÍárarnar á vøllinum.

Sjálvandi sigur Maja, tað vóru ikki øll, sum høvdu júst hendan áhugan. Við teimum hava vit tikið upp annan tátt við tónleiki, at gera mat og at mála. Tey børnini hava so skiva KÍ á andlitið á hinum, og hava verið uppi í at gjørt køkur og tónleik.

Tiltakið fór so av stáplinum í dag á plenuni og tað eydnaðist sera væl. Ikki minst gjørdu KÍ ararnir sum kundu møta, børnunum løtuna sera áhugaverda.

Ikki minst haldi eg, at starvsfólkini hava verið ótrúlig at arbeiða so gott saman, at tað bar til at hava ein sovornan dag, har børnini upplivdu tað sum fyllir so nógv í teirra hugaheimi í hesum døgum.

Eg kann nevna, sigur Maja Højsted, ið er sjúkrameldað og tí ikki var við á plenuni í dag, at tá tiltakið var liðugt eftir tríggjar tímar á vøllinum, komu børnini aftur í Mylnuhúsið, har Jóna, kokkurin hevði gjørt pylsubreyð og blátt eplamos – ein framúr dagur.