Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mylnuhúsið søkir eftir pedagogum til Sornhúsið

Hannefía Joensen

Søkt verður eftir tveimum pedagogum, at byrja 15. august 2006 ella skjótast tilber..

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði, útibarnagørðum og frítíðarheim.
Vit taka dagliga ímóti 138 børnum í aldrinum 0  9 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin kunnu seta síni her, vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru upptikin av, hvat upptekur børnini, fyri síðan at leggja dagin til rættis út frá tí og leggja vit stóran dent á, at varða um øll børnini.
 
Størvini eru 30 tíma størv (møguleiki er fyri fleiri tímum) í Sornhúsinum sum er frítíðarheimið hjá Mylnuhúsinum .
Í Sornhúsinum geva vit pláss fyri teimum skapandi evninum hjá børnunum , hetta gerða vit við at læta børnini sjálvi  seta sín dám á aktivitetirnar, sum eru á teimum ymisku verkstøðunum.
 
Vit sóknast eftir fólki ið er:
–          fleksibul
–          hevur opið sinni
–          sær møguleikar fram um mørk
–          tekur støði í barninum
–          tekur barnið í álvara
–          er opin fyri nýhugsan
–          leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur og samstarvsfelagar.
 
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum , kommunurnar og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hanna Thøgersen leiðara tlf. 217789 ella  Maja Højsted
deildarleiðara telefon 218878 .
 
Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarka starv
 
Umsóknir til starvið, saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða okkum í hendi, seinasta
lagið fríggjadagin 30. juni 2006
 
                  Mylnugøta 10
              700 Klaksvík         mylnuhusid@mylnuhusid.fo