Í síðstu viku fekk Íverksetarahúsið vitjan úr Miðstovuni í Mylnuhúsinum
Børnini vildu so fegin síggja Íverksetarahúsið, tí í gomlum døgum var jú ein løgreglustøð her. Sum altíð, so eru eisini nakrir klivar í eini slíkari støð. Soleiðis er eisini í gomlu løgreglustøðini í Klaksvík. Hóast ovaru hæddirnar eru væl og virðiliga umvældar seiastu árini, so standa klivarnir framvegis sum teir gjørdu fyri mongun árum síðani.
Børnini vóru sera hugtikin av tí myrka kjallaranum og av klivunum, har ‘bandittarnir’ sótu innilæstir í gomlum døgum.
Eftir vitjanina fingu børnini ein bita uppi í ljósu fundarhølunum í Íverksetarahúsinum, har alt sá annarleiðis út, enn niðri í tí myrka kjallaranum.




