Bæði liðini vóru nær við, men einki mál kom á Djúpumýru í kvøld.
Tað sermerkta við taktiska upplegginum hjá KÍ var, at liðið spældi við tveimum miðverjum á fyrsta sinni í altjóða dystum í fleiri ár. Helst tí at miðverjarnir Odmar Færø og Deni Pavlovic ikki vóru tøkir.
Í fyrra hálvleiki hevði KÍ størsta málmøguleikan eftir uppspæl í høgru síðu, men málverjin bjargaði. Onkrar aðrar støður vóru, men tað síðsta manglaði.
Í seinna hálvleiki fekk Riga FC tveir stórar málmøguleikar, men Mark F. Jensen stórbjargaði. Í hinum endanum hevði KÍ eisini sínar málmøguleikar, har innskifti Dávid Reynheim var nærmast, tá hann skallaði hornasparksinnlegg á stongina og út. Hetta var klárt vandamiklasta av teimum 10 hornaspørkunum hjá KÍ.
Sostatt verður alt avgjørt í Riga um eina viku, har Riga FC nú er greiður favorittur at fara víðari.





















































