Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Árni tryggjaði KÍ greiðan sigur

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Tað hevur fyri tað mesta verið Páll A. Klettskarð, sum hevur verið avgerandi í ár, men í dag var Árni Frederiksberg aftur við í nógvum, ja hann átti avgerandi lut í øllum málunum hjá KÍ.

Í fyrra hálvleiki var ikki stórvegis munur á liðunum í spæli og støðum. Men ein avgerandi munur var. KÍ-arnir vóru skarpari og skoraðu uppá tveir av sínum málmøguleikum. 07 Vestur var væl við hóast teir manglaðu sínar kanska tveir bestu leikarar í Uros Stojanov og Magnus H. Jacobsen.

Í seinna hálvleik stýrdi KÍ dystinum og vann at enda 3-0. Stóri leikarin var Árni Frederiksberg við einum máli og tveimum uppleggum. Eina málið var sjálvmál og Claes Kronberg skoraði eitt. Fyri KÍ var tað keðiligasta við dystinum, at tríggir leikarar – Vegard Forren, René S. Joensen og Jóannes K. Danielsen – fóru skaddir av vøllinum. 

Mikukvøldið kl. 19.00 verður toppdystur í Klaksvík, tá nr. 2, B36, vitjar. Undan dystinum er B36 seks stig aftanfyri KÍ, so talan er um týdningarmiklan dyst fyri oddastríðið.