KÍ-kaffi er vælumtókt átak, sum bleiv partur av KÍ í fjør. KÍ letur Bláustovu upp og bjóðar fjepparunum kaffi og morgunmat fleiri fríggjamorgnar um árið kl. 09.00. Ofta vitja venjarar í felagnum og soleiðis var eisini í morgun, har Haakon Lunov var millum gestirnar.











