Áseyðaroyting 2014: Fríggjadagin vóru teir á fjalli á Strond.
Áseyðaroyting 2014: Fríggjadagin vóru teir á fjalli á Strond.
Í Strandahaga eru tvær gongir. Fríggjadagin vóru teir á fjalli í norðaru gongu, sum er frá markinum norður á Skálatoftir og heim á rættina, sum stendur tætt við grótbrotið. Í norðaru gongu plagar seyðurin at rekast væl og soleiðis var eisini hendan dagin.
Á rættini fingu fjallmenninir pannukaku uttanfyri í góðveðrinum frá bóndakonuni, áðrenn farið var undir roytingina, sum myndirnar niðanfyri vísa.




