Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Gintra-KÍ

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar spældu í kvøld sín næsta dyst í Champions League.

Dysturin var móti vertunum Gintra. Heimaliðið var eisini betra liðið gjøgnum dystin og vann uppiborið. Endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til liðið úr Litava. Fyrra málið kom í 55. minutti, meðan tað seinna kom í 84. minutti.
Tær sum byrjaðu inni hjá KÍ í kvøld vóru: Randi Wardum, Sigrid Jacobsen, Bara S. Klakstein, Leila Pætursdóttir, Katrina Akursmørk, Annika Ragna Petersen, Eyðvør Klakstein, Rannvá B. Andreasen(liðskipari), Olga Kristina Hansen, Maria K. Thomsen og Gudny Johannesen. Í seinna hálvleiki komu Lisa Joensen, Hervør Olsen og Sigrun Sirdal á vøllin.
Myndirnar eru tiknar í dag frá KÍ ferðalagnum í Litava.