Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Jólahald umborð á Gadus

Jákup Ósá

Myndarøð: Flakatrolarin Gadus úr Klaksvík er burtur á jólum.

32 mans eru við Gadus, sum roynir í Barentshavinum. Í kvøld høvdu teir jólahald umborð, har dunna, rísalamang og annað gott fyri góman var á skránni. Trolið bleiv lagt á dekkið, so allir mans umborð høvdu frí at hugna sær eina løtu. Jólamenn vitjaðu og pakkar frá sjómanskvinnuringinum vóru pakkaðir upp. Jólaevangeliið bleiv lisið upp og jólasangir blivu sungnir. 
Gadus hevur góð 350 tons í lastini.
Myndirnar tók Allan Poulsen.