Mikudagin fór KÍ á venjingarlegu í Herning í Danmark.
Hetta er fyrsta venjingarlegan hjá KÍ í ár og hon liggur ikki sama tíðspunkt, sum slíkar hava vanliga gjørt hjá KÍ. Her venur KÍ á grasi. Dysturin í Budapest mikukvøldið verður á grasi og í 2. umfari er eisini møguleiki fyri, at KÍ skal spæla á grasi.
Myndarøðin er frá venjingini fyrrapartin.





















