Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: KÍ-kvinnurnar vunnu tepran sigur

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Í kvøld byrjaði landskappingin hjá kvinnum.

KÍ fekk vitjan av B36 og talan bleiv um ein spennandi dyst. KÍ var omaná stóran part av dystinum og hevði flestu málmøguleikarnar. Beint áðrenn hálvleik endaði trunkaspæl við, at Malena Olsen skoraði til 1-0 til KÍ.

Hendan støðan helt sær restina av dystinum. Hóast KÍ var betra liðið, so kundi B36 havt javnað móti endanum, tí í síðsta minuttinum endaði langskot hjá B36 við at fara á stongina og útaftur í spæl.

KÍ fekk sostatt sín væntaða sigur, men tað var ikki uttan dygga mótstøðu.