KÍ avgjørdi alt fyrsta hálva tíman í kvøldsins venjingardysti.
Í kvøld var venjingardystur í Klaksvík millum KÍ og ÍF. KÍ legði hart út, og longu eftir 27 minuttum var 3-0 til KÍ. Og tað kundi verið størri munur, tí KÍ hevði fleiri málmøguleikar. Í seinna hálvleiki fekk ÍF betri tak á dystinum og tann hálvleikur var nógv meira javnur og endaði eisini 0-0. Sostatt vann KÍ 3-0. Málini hjá KÍ skoraðu Páll A. Klettskarð, Jonn Johannessen og Ole Erik Midtskogen.
KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen, Alessio Hyseni, Jonn Johannessen – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð. Í seinna hálvleiki komu hesir inn: Boris Dosljak, Sebastian Avanzini, Steinbjørn Olsen, Børge Petersen og Aleks Jacobsen.





























































