Í einum sera spennandi dysti vann KÍ ein tepran sigur á Sutjeska.
Talan var um ein dyst, har KÍ var betra liðið fyrsta góða tíman av dystinum. KÍ hevði møguleikarnar at koma á odda í fyrra hálvleiki, men hálvleiksstøðan var 0-0. Í 66. minutti kom hol á. Árni Frederiksberg sendi fríspark innfyri, har Páll A. Klettskarð stýrdi bóltinum í malið. Hetta var 6. málið hjá Páll í altjóða fótbólti, sum nú hevur metið fyri flest mál í altjóða fótbólti fyri KÍ.
Eftir málið kollveltist dysturin. Sutjeska tók yvir, og legði í løtum eitt stórt trýst á KÍ. Onkur góður málmøguleiki kom og ta einu ferðina endaði skot á innaru síðu av stongini. KÍ endaði við at verja langt afturi og hevði sera torført við at varðveita bóltin. Men endin var, at KÍ fekk hildið út, og so var stórur fagnaður, tá dómarin floytaði av.
KÍ skal nú til Kosovo at spæla 3. umfar um eina góða viku. Dysturin verður hóskvøldið 4. august, tá Summar Festivalurin eisini byrjar. KÍ spælir landskappingardyst móti B68 sunnudagin 31. juli í Klaksvík.




















































































