Á móttøku við høvuðsdeild sparikassans var dreingjamanningin á Fípuni Føgru heiðrað. Á ólavssøku tryggjaðu dreingirnir sær føroyameistaraheitið fyri 5mannafør í 2014. Á móttøkuni vóru allar manningarnar hjá felagnum við. Felagið hevur haft fleiri góð úrslit í ár og hava Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við monnum eisini vunni fleiri róðrar í ár. Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Sparikassin ynskir felagnum og manningini hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum, skrivar Norðoya Sparikassi á heimasíðu sínari.
Myndirnar eru frá móttøkuni í gjár í Norðoya Sparikassa í Klaksvík.




