Veðrið er frálíkt og fólk byrja at leggjast til á ársins Summar Festivali.
Fyri løtu síðani gingu ein rúgva av børnum í skrúðgongu frá Badmintonhøllini og oman í Norðoya Sparikassa. har fóru tey at sleppa 2016 reyðum ballónum. Óli & Judy, Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og fleiri spæla kl. 20.00 í Tjaldinum og tey høvdu ljóðroyndir fyri løtu síðani. Vit lata myndirnar tala.




