Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Norsk innrás í KÍ

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ hevði eina stutta uttanduravenjing í kavanum í kvøld.

Nógvur kavi er komin niður í Klaksvík síðstu dagarnar. Tað darvar venjingunum hjá KÍ, sum áðrenn í dag, týsdagin, onga venjing høvdu havt á vøllinum síðani fríggjadagin. Í dag er tað eydnast at ruddað ein fjórðing av vøllinum, og tað gjørdi, at KÍ fekk havt eina stutta venjing úti á vøllinum, áðrenn tað bleiv styrkisvenjing innandura.

Tað merkist, at ein norsk ”innrás” er í KÍ í ár. Tí høvuðsvenjari, hjálparvenjari, kropsligur ráðgevi og nýggjasta keypið hava tað til felags, at teir eru úr Norra. Og sum skilst, so er sannlíkt, at summi ella øll komandi keypini eisini verða gjørd í Norra, har venjararnir hava góð sambond og helst besta kunnleika til. 

Vit fingu nakrar myndir í kavanum í kvøld.