Eftir at Sílnet hevur hildið til í Klaksvík í meir enn eitt ár, so er virksemi hjá felagnum munandi vaksið.
Sílnet er ein fyritøka, sum veitir útgerð til fiski- og alivinnuna í Føroyum. Sílnet hevurlagt seg eftir at hava á goymslu alla ta vanligu útgerðina, sum fiski- og alivinnan hevur tørv á. Á goymslu okkara hava vit net, tog og tráð, jarn- og stál lutir eins og ketu, dyneema, veir og boyur.
Kristian í Lambanum er framleiðslu ”manager” og hann letur væl at.
– Vit byrjaðu okkara virksemi í klaksvík í apríl í 2014. Tá vóru 4 mans, ið arbeiddu her. Men nú eru vit 10 mans, so vit skulu ikki klaga, sigur Kristian í Lambanum í stuttari viðmerking við Norðlýsið.
Sílnet heldur til beint við Kósavirkið, har Landingarmiðstøðin helt til fyrr.




