Tað var ein \’\’tungur\’\’ Sjúrðarberg, sum legði at bryggju í Klaksvík fyrrapartin.
Nógv fólk var á bryggjuni, tá ein fullfermdur og ”tungur” Sjúrðarberg legði at í Klaksvík eftir ein góðan túr í Barentshavinum.
Sjúrðarberg fór til fiskiskap 4. januar og hevur roynt í norskum og russiskum sjógvi. Sjúrðarberg hevur fulla last, sum hesaferð er áleið 720 tons. Talan er um frystan fisk, sum er avhøvdaður.
Skipari hendan túrin var Rólvur í Norðnástovu.




