Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Skrúðgonga og røða Norðoyastevnudag

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Frits hálovaði mongu skaldar- og listafólkunum, Norðoyggjar hava fostrað.

Skrúðgogna við býráðs- og bygdaráðslimum, skótum, hornorkestri, skøkkiliði, bjargingarfelagi og hópin av itróttarliðum var sera prýðilig og long.

Væl av fólki var eisini møtt upp til at lýða á røðuna hjá Frits Johannesen í góðveðrinum í dag. Frits hugleiddi um ferðasambandi við Polaris, Barskor og Pride, og kundi í hesum sambandi ikki koma uttanum Jákup Andreas, skipara á Pride og Jákup hjá sterka Jacob, sum var skipari á Polaris, Barskor og Ternuni – og teirra serliga lyndi

Eisini nam Frits við ferðirnar við báti millum oyggjarnar við fótbóltsliðum, har KÍ tíðum var á vitjan í Fuglafirði. Tá ið báturin fór avstaðaftur, helt John Reid Bjartalíð ofta røðu og takkaði fyri, og so endaði løtan altíð við, at sungin varð, “Land mítt har gratið í líðum grør” – og so skar Frits út í at syngja “Land mítt har gratið í líðum grør”. Tá ið hann var liðugur at syngja, segði: “Takk fyri”!

Jú, vit vórðu flutt aftur í tíð og endaði løtan um sum teir gjørdi fyrrr – við at syngja