Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Soleiðis hildu teir jól umborð á Gadus í kvøld

Jákup Ósá

Vit hava fingið myndarøð og frásøgn frá, hvussu teir umborð á Gadus hildu jólaaftan.

Flakatrolarin Gadus er í ár burtur á jólum. Gadus fór nýggjan túr 17. november. 


Løgdu stilt í nakrar tímar

Gadus roynir í løtuni á Skolpen Bank í Barentshavinum. Veðrið í dag jólaaftan var av tí allar fagrasta(sum eina myndin niðanfyri vísir). Fiskiskapurin er eisini góður í løtuni og hava teir 465 tons inni.

Nú jólaaftan er, so merkti tað eisini dagin umborð á Gadus. Teir hálaðu kl. 16.00 og tá bleiv trolið lagt á dekkið. Til jóladøgurða var dunna á skránni og alt sum hartil hoyrir, sum myndirnar niðanfyri eisini vísa. Teir ótu frá kl. 17.30 til kl. 18.30. Kl. 19.00 byrjaði jólahaldið. Jólasangir blivu sungnir og skiparin, Brandur Joensen, læs jólaevangeliið. Men knappliga meðan jólahaldið er, so hoyra menninir skav í galluni, har grýtulok og pannur detta á dúrkið. Nú var tað jólamaðurin, sum var vilstur umborð og vildi sleppa at býta jólagávur út, sum hann eisini slapp. Hann segði seg vera úr Siberia. Síðani bleiv jólagreytur etin, har Jóhannes Thomsen úr Skopun fekk mandluna. Ein góð og hugnalig løta var komin at enda og kl. 21.00 fóru menninir aftur til arbeiðis, siga teir umborð á manningini hjá Gadus við Norðlýsið í kvøld.

Videobrot av jólahaldinum kann síggjast HER.

Les eisini: Gadus aftur í Barentshavið

Harleywoodpaint