Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Team Klaksvík kom flott afturíaftur

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Onkra løtu vóru sjey mál á muni, men Team Klaksvík kom flott afturíaftur og fekk stig.

Í kvøld var fyrsti dystur í bólkaspælinum, har Team Klaksvík við nýggjum venjara, Heina Hanusarsyni, fekk vitjan av Neistanum. Lagt var upp til ein javnan dyst, tí hesi bæði liðini hava spælt javnar dystir móti hvørjum øðrum sum oftast síðstu árini.

Neistin byrjaði nógv betri og førdi 15-10 í hálvleikinum. Neistin helt fram fyrstu løtuna av seinna hávleiki, og tá 7 minuttir av seinna hálvleiki vóru leiktir vóru 7 mál á muni, 19-12 til Neistan. Men so vísti Team Klaksvík framúr hugburð og kom afturíaftur m.a. við einum stórspælandi Vilhelm Vilhelmsen. Munurin minkaði og minkaði og síðstu minuttirnar var spurningur um, hvat lið skuldi vinna. M.a. vísti ungi lokali Jan Eli Ragnarsson seg fram hesa løtuna á strikuni, har hann skoraði, fekk brotsskøst og útvísingar til mótstøðuliðið. Team Klaksvík fekk í sínum síðsta álopi møguleikan at avgera, men valdi kanska skeivt at spæla ein ‘’flúgvara’’, meðan Neistin eisini misnýtti sín møguleika.

Tað endaði 26-26. Flott komið aftur av Team Klaksvík, sum stóran part av seinna hálvleiki spældi ein frálíkan dyst. Eisini hóast fleiri leikarar antin spældu hálvskaddir (Vuk Stevanovic stóran part av dystinum) ella bara kundu spæla ein lítlan part av dystinum (Valentino Valentakovic). Javnleikurin ger, at tað verður spennandi at síggja, hvør kemur víðari úr bólkinum. Team Klaksvík hevur heimadyst móti H71 2 og útidyst móti H71 1.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Vuk Stevanovic (11), Vilhelm Vilhelmsen (5), Beinir Johannesen (2), Ludvík Súnason (2), Sámal á Tjaldrafløtti (2), Jens Pauli Mohr (2), Valentino Valentakovic og Jan Eli Ragnarsson.