Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Team Klaksvík misti sigurin í síðsta minutti

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Team Klaksvík hevði allar møguleikar at vinna dystin móti KÍF. Støðan var 20-15 til Team Klaksvík í hálvleikinum. Nærum allan dystin var Team Klaksvík á odda. Í síðsta minutti fekk Team Klaksvík brotskast við støðuni 35-34. Men málverjin bjargaði. KÍF fekk fríkast í síðsta álopinum, har tað eydnaðist Nikolaj Bliznov at skora við skoti útum múrin hjá Team Klaksvík. Sostatt endaði tað 35-35 í einum sera spennandi dysti frammanfyri nógvum áskoðarum. Hóast ein keðiligan síðsta minutt, so staðfesti Team Klaksvík aftur, at liðið kann spæla upp ímóti teimum bestu, í øllum førum á heimavølli. 

Málskjúttarnir hjá Team Klaksvík vóru: Vuk Stevanovic (8), Valintino Valentakovic (7),, Beinir Johannesen (3), Ludvík Súnason (6), Sámal á Tjaldrafløtti (5), Jens Pauli Mohr (3), Kjartan á Gravarbø (3) og Vilhelm Vilhelmsen (4), Dánjal Kjærbo.