Osmund Justinussen, skipari og reiðari greiddi livandi frá um sjólív sítt og útróðrarsøgur úr Lorvík
Sangbólkurin, Vitin sang og spældi. Síðani varð eisini felagssangur á skrá.
Boðið varð eisini til stóra kaffi- og te-borðið við hópin av góðum Torrakøkum.
Osmund er altíð áhugaverdur at lurta eftir og greiddi hann frá nógvum áhugaverdum søgum um útróður í Lorvík, fiskiskapí ymsa staðni m.a. í Eystursjónum, á laksavíðu – um at hava “snodd”, ein 6. sans, sum nógvir sjómenn og skipara hava (ella hava havt).
Eisini varð greitt frá hvussu nógur samhandil var millum Lorvík og Klaksvík, og at fleiri fólk úr Lorvík eru fluttu til Klaksvíkar gjøgnum tíðina.
Ein góð og áhugaverd løta, og serliga gott, at kunna sita og práta afturvið einum kaffimunni aftaná. Hetta fegnaðurst fleiri um, tí tað er so langtsíðani, at hósdagskaféin hevur verið opin vegna sóttina.
Myndir niðanfyri frá hugnaliga tiltakinum.
























































